Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

55. fundur

 

Ár 2005, mikudagin 16. mars, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

 

Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.         1. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2005
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.12
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

Málið beint í fíggjarnevndina.
 

2.         Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-22/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í heilsumálum, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi føðideildini á Landssjúkrahúsinum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.         1. viðgerð av tingmáli nr. 68/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd
Málið beint í rættarnevndina.
 

4.         1. viðgerð av tingmáli nr. 86/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (fiskapakkin)
Málið beint í vinnunevndina.
 

5.         1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna uppboðssølu av fiski (fiskapakkin)
Málið beint í vinnunevndina.

Málini nr. 86/2004 og nr. 87/2004 vórðu viðgjørd undir einum.
 

Tikið av dagsskrá: 

1. viðgerð av tingmáli nr. 88/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, 1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu, 1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2004: Uppskot til løgtingslóg um at digitalisera Útvarp og Sjónvarp Føroya
 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 17. mars 2005, kl. 9,00 við hesi dagsskrá:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2004: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 63/2004: Uppskot til løgtingslóg um landsskúlalæknaskipan
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 76/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om sygeplejersker således, som den er sat i kraft for Færøerne”
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 59/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja Fiskivinnuskúla í Vestmanna
Málið verður beint í mentanarnevndina.

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin)
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin)
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 62/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
Málið verður beint í vinnunevndina.

8.      1. viðgerð av tingmáli nr. 88/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið verður beint í vinnunevndina.

9.      1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
Málið verður beint í vinnunevndina.

10.  1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2004: Uppskot til løgtingslóg um at digitalisera Útvarp og  Sjónvarp Føroya
Málið verður beint í mentanarnevndina.

11.  Framløga

 

 Fundur lokin kl. 20.34 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein

skrivari