Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

53. fundur

 

Ár 2005, mánadagin 14. mars, kl. 10.00 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu og Kaj Leo Johannesen, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Farloyvi: 

Skriv frá Johan Dahl, løgtingsmanni, dagfest tann 10. mars 2004, við umsókn um farloyvi frá 14. mars 2005, og at næsti maður á lista Sambandsfloksins í Suðuroya valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Jaspur Vang, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti fyri Johan Dahl.

 

Til viðgerðar:
 

1.         1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál)
Málið beint í vinnunevndina.
 

2.         1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2004: Uppskot til løgtingslóg um fosturtøkunevnd
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.28
Fundur uppafturtikin kl. 13.30
 

 Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

3.          1. viðgerð av tingmáli nr. 51/2004: Uppskot til løgtingslóg um at gera tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Øravík og Hov
Málið beint í vinnunevndina.
 

4.         1. viðgerð av tingmáli nr. 80/2004: Uppskot til løgtingslóg um sjúkrahúsverkið
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

5.         Framløga 

Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 43/2004: Uppskot til samtyktar um ungdómsluttøku. 

 

Tikið av dagsskrá: 

1. viðgerð av tingmáli nr. 54/2004: Uppskot til løgtingslóg um serskúla, og 1. viðgerð av tingmáli nr. 77/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. (skrásetingargjaldslógin)

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 15. mars 2005, kl. 10.00 við

hesi dagsskrá:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om finansiel virksomhed”
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 56/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om en garantifond for indskydere og investorer”
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 58/2004 og nr. 56/2004 verða viðgjørd undir einum.

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om værdipapirhandel m.v.”
Málið verður beint í fíggjarnevndin.

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 57/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
Tingmálini nr. 55/2004 og nr. 57/2004 verða viðgjørd undir einum.

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 70/2004: Uppskot til løgtingslóg um at leggja virksemi hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya
Málið verður beint í vinnunevndina.

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 77/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. (skrásetingargjaldslógin)
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 82/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

8.      Framløga

 

Fundur lokin kl. 19.48. 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein

skrivari