Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

52. fundur

 

Ár 2005, fríggjadagin 11. mars, kl. 10.05 varð tingfundur settur. 

Løgtingsmenninir Marjus Dam, Kaj Leo Johannesen og Mamy Dahl Sørensen, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.         Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-20/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Heðin D. Poulsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyskari gransking og løgfrøði
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

2.         2. viðgerð av tingmáli nr. 19/2004: Uppskot til løgtingslóg um umskipan av landsskatta-, mvg- og tollskuld v.m. hjá fólki (Skuldarumskipanarlógin)
Uppskot frá Páll á Reynatúgvu um at beina málið aftur í nevnd fall 7-1-18. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Kára P. Højgaard til § 2 fall 12-0-14. §§ 1 til og við 10 samtyktar 19-0-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Fundur niðurlagdur kl. 12.44
Fundur uppafturtikin kl. 13.30 

3.         1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2004: Uppskot til løgtingslóg um tænastumannaeftirløn til ávísar lærarar
Málið beint í fíggjarnevndina.

4.         1. viðgerð av tingmáli nr. 47/2004: Uppskot til løgtingslóg um verju av havumhvørvinum
Málið beint í rættarnevndina.

5.         1. viðgerð av tingmáli nr. 49/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði
Málið beint í trivnaðarnevndina.

6.         1. viðgerð av tingmáli nr. 52/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.
Málið beint í trivnaðarnevndina.

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin, 14. mars 2005, kl. 10.00 við hesi dagsskrá: 

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál)
    Málið verður beint í vinnunevndina.

  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2004: Uppskot til løgtingslóg um fosturtøkunevnd
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 51/2004: Uppskot til løgtingslóg um at gera tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Øravík og Hov
    Málið verður beint í vinnunevndina.

  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 80/2004: Uppskot til løgtingslóg um sjúkrahúsverkið
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.

  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 54/2004: Uppskot til løgtingslóg um serskúla
    Málið verður beint í mentanarnevndina.

  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 77/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. (skrásetingargjaldslógin)
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.

  7. Framløga

 Fundur lokin kl. 17.08 

Edmund Joensen
løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari