Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

50. fundur

 

Ár 2005, fríggjadagin 4. mars, kl. 10.10 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Finnur Helmsdal, Vilhelm Johannesen, Óli Breckmann og Jákup Mikkelsen, Bárður Nielsen, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:
 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 10/2004: Uppskot til løgtingslóg um barna­vernd (barnaverndarlógin)
Broytingaruppskot frá løgtingsmonnunum Jørgen Niclasen, Finni Helmsdal, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl.
Annitu á Fríðriksmørk og Bill Justinussen til § 77 samtykt 28-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0.
Málið avgreitt.
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2004: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2003 og 2004 um frágreiðing um virki ráðsins í 2004
Uppskot til samtyktar samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 30/2004: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2004 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2004
Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0.
Málið avgreitt.
 

4.      Frávik
Uppskot frá formanninum um at gera frávik frá § 38 í tingskipanini í sambandi við framløguna av tingmálunum nr. 55/2004:
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om værdipapir­handel m.v.”, nr. 57/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsforeninger m.v.” og nr. 58/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om finansiel virksomhed”
Samtykt 28-0-0.
 

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgingarráð
Málið beint í trivnaðarnevndina.
 

Fundur niðurlagdur kl. 12.08
Fundur uppafturtikin kl. 14.30
 

6.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
Løgtingsmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana vegna Miðflokkin hava lagt fram tingmálini nr. 62/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka, og  nr. 63/2004: Uppskot til løgtingslóg um landsskúlalæknaskipan,
-Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hevur vegna landssstýrið lagt fram tingmálini nr. 68/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grundlógarnevnd, og nr. 79/2004: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarhjálp,
- Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, hevur vegna landssstýrið lagt fram tingmálini nr. 53/2004: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung, nr. 76/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ”lov om sygeplejersker således, som den er sat i kraft for Færøerne”, nr. 80/2004: Uppskot til løgtingslóg um sjúkrahúsverkið, nr. 81/2004: Uppskot til løgtingslóg um tiltøk at minka tubbaksnýtsluna (Tubbakslógin), og nr. 83/2004: Uppskot til løgtingslóg um gransking í mannaílegum (Ílegulógin),
- Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, hevur vegna landssstýrið lagt fram tingmálini nr. 54/2004: Uppskot til løgtingslóg um serskúla, nr. 59/2004: Uppskot til løgtingslóg um at byggja Fiskivinnuskúla í Vestmanna, nr. 60/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum, nr. 61/2004: Uppskot til løgtingslóg um útgávu av undirvísingarmiðlum, nr. 64/2004: Uppskot til løgtingslóg um at digitalisera Útvarp og  Sjónvarp Føroya, nr. 66/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan, og nr. 67/2004: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til mentan og list v.m.,
- Bárður Nielsen, landsstýrismaður, hevur vegna landssstýrið lagt fram tingmálini nr. 1-6/2004:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2005, nr. 55/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om værdipapirhandel m.v.”, nr. 56/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om en garantifond for indskydere og investorer”, nr. 57/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsforeninger  og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”, nr. 58/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar
”lov om finansiel virksomhed”, nr. 65/2004: Uppskot til løgtingslóg   um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin), nr. 77/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. (skrásetingargjaldslógin), nr. 82/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting til løgtingslóg um meirvirðisgjald, nr. 84/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll, nr. 85/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi, og nr. 89/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin),
-Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur vegna landssstýrið lagt fram tingmálini nr. 69/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan, nr. 70/2004: Uppskot til løgtingslóg um at leggja virksemi hjá Postverki Føroya í P/F Postverk Føroya, nr. 78/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu, og nr. 90/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing,
- Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur vegna landssstýrið lagt fram tingmálini
nr. 86/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap (fiskapakkin), nr. 87/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna uppboðssølu av fiski (fiskapakkin), og nr. 88/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 10. mars 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.        Ófráboðaðir fyrispurningar

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 45-4/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fyri fíggjarárið 2003
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 45-5/2004: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2003
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2004: Uppskot til løgtingslóg um afturlatingartíðir fyri handlar
Málið verður beint í vinnunevndina.

5.        Framløga

 

Fundur lokin kl. 14.36

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari