Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

47. fundur

 

Ár 2005, týsdagin 1. mars, kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, og Jógvan við Keldu, landsstýrismaður,

vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.        3. viðgerð av tingmáli nr. 28/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi lógina um millumtjóða revsidómstólin
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.

 

2.        2. viðgerð av tingmáli nr. 10/2004: Uppskot til løgtingslóg um barnavernd (barnaverndarlógin)
Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til §§ 4, 5, 6, 7, 10, 11, 13, 14, 17, 18, 20, 22, 25, 27, 33, 35, 38, 39, 40, 41, 43, 45, 47, 54, yvirskriftina til
Kapittul 9, § 58, yvirskriftin millum § 58 og § 59, §§ 59, 60, 61, 64, 67, 68, 69, 70, 71, 77, 82 og 84 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3.        2. viðgerð av tingmáli nr. 36/2004: Uppskot til løgtingslóg um skráseting av útflutningi av vørum
Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 4 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.        2. viðgerð av tingmáli nr. 37/2004: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um inn- og útflutning av fiski og fiskaúrdráttum
§§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

5.        2. viðgerð av tingmáli nr. 38/2004: Uppskot til samtyktar um at fyrireika uppskot til játtanarlóg
Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til uppskot til samtyktar samtykt 27-0-0. Uppskotið til samtyktar soleiðis broytt samtykt
27-0-0.
Málið avgreitt.
 

6.        Jóannes Eidesgaard, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-19/2004  frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí, at niðurstøður hjá Løgtingsins Umboðsmanni ikki elva til avleiðingar.
Málið avgreitt.
 

7.        Framløga

Formaðurin boðaði frá, at
Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 40/2004: Uppskot til løgtingslóg um tænastumannaeftirløn til ávísar lærarar,
- Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 48/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál),
- tingmenninir Jenis av Rana og Bill Justinussen, vegna Miðflokkin, hava lagt fram tingmál nr. 50/2004: Uppskot til løgtingslóg um fosturtøkunevnd,
- Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 51/2004: Uppskot til løgtingslóg um at gera tunnil við tilhoyrandi vegasambandi millum Øravík og Hov,
- Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 52/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um uppihald á stovni o.l., og
- fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 19/2004: Uppskot til løgtingslóg um umskipan av lands­skatta-, mvg- og tollskuld v.m. hjá fólki ( Skuldarumskipanarlógin)

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 2. mars 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.      Munnligir fyrispurningar

2.      Framløga

 


Fundur lokin kl. 16.27

 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 

/Marius Rein

skrivari