Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

43. fundur

 

Ár 2005, mikudagin 16. februar kl. 13.35 varð tingfundur settur.

 

Kjartan Joensen, løgtingsmaður, og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      Munnligir fyrispurningar
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 27/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum
Uppskot frá Tórbjørn Jacobsen, um at beina málið aftur í nevnd samtykt 14-0-13. Málið beint aftur í fíggjarnevndina.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 32/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting
§§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2004: Uppskot til samtyktar um at taka óárinið frá Karsten Hansen, løgtingsmanni
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
 

5.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana, vegna Miðflokkin, hava lagt fram tingmál nr. 43/2004: Uppskot til samtyktar um ungdómsluttøku, og at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 28/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi lógina um millumtjóða revsidómstólin, og nr. 29/2004: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2003 og 2004 um frágreiðing um virki ráðsins í 2004.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 17. februar 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2004: Uppskot til samtyktar um at fyrireika uppskot til játtanarlóg
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2004: Uppskot til løgtingslóg um skráseting av útflutningi av vørum
Málið verður beint í fíggjarnevndina.

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2004: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um inn- og útflutning av fiski og fiskaúrdráttum
Málið verður beint í vinnunevndina.

4.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-18/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann,  frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi tilboði til allar kvinnur í Føroyum til mammografikanningar.

5.      Svar upp á fyrispurningr nr. 100-19/2004 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí at niðurstøður hjá Løgtingsins Umboðsmanni ikki elva til avleiðingar.

6.      Framløga

  

Fundur lokin kl. 16.31. 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 

/Marius Rein
skrivari