Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

37. fundur

 

Ár 2005, mikudagin 19. januar kl. 13.40 varð tingfundur settur.

 

Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Formaðurin røddi um náttúruvanlukkuna, sum 2. jóladag rakti strendur Asiu og Afriku, og tingmenn mintust tey deyðu og saknaðu í tøgn.

 

Til viðgerðar:

 

1.      Munnligir fyrispurningar
 

2.      Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 28/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi lógina um millumtjóða revsidómstólin

 

Tikið av dagsskrá: 

Svar upp á fyrispurning nr. 100-17/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi skiftisupphædd hjá fyritíðarpensjónistum, javning og øðrum.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 26. januar 2005, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.      Munnligir fyrispurningar

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 28/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi lógina um millumtjóða revsidómstólin
Málið verður beint í uttanlandsnevndina.

3.      Svar upp á fyrispurning nr. 100-17/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi skiftisupphædd hjá fyritíðarpensjónistum, javning og øðrum

4.      Framløga
 

Fundur lokin kl. 16.36. 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari