Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

34. fundur

 

Ár 2004, týsdagin 14. desember kl. 13.40 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen og Gerhard Lognberg, Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 16/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m.
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-4.
Málið avgreitt.
 

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 20/2004: Uppskot til løgtingslóg um forboð móti ávísum dopingevnum
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
Málið avgreitt.

 

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 21/2004: Uppskot til løgtingslóg um vernd av fornlutum í havinum
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
Málið avgreitt.

 

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 13/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
Broytingaruppskot frá Jørgen Niclasen, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl, Finni Helmsdal, Annitu á Fríðriksmørk og Bill Justinussen til § 2 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 14/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
§§ 1 og 2 samtyktar 20-1-8. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin)
§§ 1 og 2 samtyktar 20-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 17/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 1 samtykt 24-0-2. Upp­skotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 24/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om radiografer”
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 25/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om bioanalytikere”
Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 15. desember 2004, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 12/2004: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag at reka postvirksemi

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2004: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2005

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-5/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2004

4.      Ófráboðaðir fyrispurningar

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum

6.      Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 17.22.  

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 

/Marius Rein
skrivari