Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

33. fundur

 

Ár 2004, mánadagin 13. desember kl. 15.00 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir  Hergeir Nielsen, Finnur Helmsdal, Johan Dahl, Olav Enomoto, Bill Justinussen, Gerhard Lognberg, Sverre Midjord og Jákup Mikkelsen, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, landsstýrismenninir Hans Pauli Strøm, Bjarni Djurholm, Jógvan á Lakjuni, Jógvan við Keldu og Bárður Nielsen, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1-5/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2004.

Fundur nirðurlagdur kl. 15.02.
Fundur uppafturtikin kl. 16.00.
 

Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1-1/2004: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2005.
 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 13. desember 2004, kl.  13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 16/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m.

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 20/2004: Uppskot til løgtingslóg um forboð móti ávísum dopingevnum

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 21/2004: Uppskot til løgtingslóg um vernd av fornlutum í havinum

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 13/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 14/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin)

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 17/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 24/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om radiografer”

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 25/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om bioanalytikere”

10.  Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 16.03. 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein

skrivari