Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

32. fundur

 

Ár 2004, fríggjadagin 10. desember kl. 10.05 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Høgni Hoydal og Johan Dahl, Bárður Nielsen, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

 

1.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-16/2004 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi framtíðar vinnupolitikki í Føroyum
Við 10-1-16 atkvøðum fall málið.
Málið avgreitt.
 

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-17/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi skiftisupphædd hjá fyritíðar­pensjónistum, javning og øðrum
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m.
Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til § 2 samtykt 23-2-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 22-2-3. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 20/2004: Uppskot til løgtingslóg um forboð móti ávísum dopingevnum
§§ 1-5 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 21/2004: Uppskot til løgtingslóg um vernd av fornlutum í havinum
§§ 1-9 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

6.      Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-13/2004 frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Alv-skúlanum.
Málið avgreitt.
 

7.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 17/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi, og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 24/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om radiografer”, og nr. 25/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om bioanalytikere”

 

Tikið av dagsskrá: 

3. viðgerð av tingmáli nr. 12/2004: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag at reka postvirksemi
 

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin, 13. desember 2004, kl.  15.00 við hesi dagsskrá:

 

1.      Framløga 

 

Fundur lokin kl. 12.12 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

 

/Marius Rein
skrivari