Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

22. fundur

Ár 2004, hósdagin 11. november kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Páll á Reynatúgvu og Jákup Mikkelsen, Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 13/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
    Málið beint í trivnaðarnevndina
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-12/2004 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi tí, at almenn starvsfólk leka óreglusemi til fjølmiðlarnar
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin)
    Málið beint í fíggjarnevndina.

    Tingmálini nr. 14/2004 og nr. 15/2004 vórðu viðgjørd undir einum.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 17/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
    Málið beint í fíggjarnevndina.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-10/2004 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi sølu av mjólkakvotu og festiskifti

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 16. november 2004, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2004: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2004
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 11/2004: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "lov om folkekirkens økonomi"
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 12/2004: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag at reka postvirksemi
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  4. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, leggur fram frágreiðing um stuðul til list og mentarnarligt virksemi.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-9/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi kringvørpunum Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya
  6. Framløga

 Fundur lokin kl. 18.48. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari