Løgtingsins gerðabók fyri
tingsetuna 2004
18. fundur
Ár 2004, hósdagin 21. oktober kl. 13.30 varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Heidi Petersen og Jákup Mikkelsen, Jóannes Eidesgaard, løgmaður,
og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 10/2004:
Uppskot til løgtingslóg um barnavernd (barnaverndarlógin)
Málið beint í trivnaðarnevndina.
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-8/2004
til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Heidi Petersen,
løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyskum ungdómi og miðnámsútbúgving
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-9/2004
til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Kára P. Højgaard,
løgtingsmanni, viðvíkjandi kringvørpunum Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-10/2004
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni,
viðvíkjandi sølu av mjólkakvotu og festiskifti
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-4/2004:
Uppskot til eykajáttanarlóg fyri oktober 2004
Málið beint í fíggjarnevndina.
- Framløga
Formaðurin boðaði frá, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 6/2004: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 27. oktober 2004, kl. 13.30 við hesi
dagsskrá:
- Munnligir fyrispurningar
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 5/2004:
Uppskot til samtyktar um miðvís framtøk fyri gransking, tøkni og menning í Føroyum
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 6/2004:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-6/2004
til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni,
viðvíkjandi hægri útbúgving í Føroyum
- Svar upp á fyrispurning nr. 100-7/2004
til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almannna- og heilsumálum, frá Annitu á
Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi frítíðarskúlanum á Tvøroyri
- Framløga
Fundur lokin kl. 18.33.
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari