Løgtingsins gerðabók fyri
tingsetuna 2004
17. fundur
Ár 2004, mikudagin 20. oktober kl. 13.30 varð tingfundur settur.
Heidi Petersen, løgtingsmaður, var ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- Munnligir
fyrispurningar
- Jóannes Eidesgaard, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-5/2004
frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi búskapar- og sosialpolitikki
landsstýrisins
Málið avgreitt.
- Framløga
Formaðurin boðaði frá, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 5/2004:
Uppskot til samtyktar um miðvís framtøk fyri gransking, tøkni og menning í Føroyum,
og at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
8/2004: Uppskot til løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis Somaliu.
Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-6/2004
til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni,
viðvíkjandi hægri útbúgving í Føroyum
Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-8/2004
til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Heidi Petersen,
løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyskum ungdómi og miðnámsútbúgving,
nr. 100-9/2004
til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Kára P. Højgaard,
løgtingsmanni, viðvíkjandi kringvørpunum Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya, og
nr. 100-10/2004
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni,
viðvíkjandi sølu av mjólkakvotu og festiskifti.
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 21. oktober 2004, kl. 13.30 við hesi
dagsskrá:
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-8/2004
til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Heidi Petersen,
løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyskum ungdómi og miðnámsútbúgving
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-9/2004
til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, frá Kára P. Højgaard,
løgtingsmanni, viðvíkjandi kringvørpunum Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-10/2004
til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni,
viðvíkjandi sølu av mjólkakvotu og festiskifti
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 10/2004:
Uppskot til løgtingslóg um barnavernd (barnaverndarlógin)
Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
1-4/2004: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri oktober 2004
Málið verður beint í fíggjarnevndina.
- Framløga
Fundur lokin kl. 18.36.
Edmund Joensen
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari