Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

16. fundur

Ár 2004, fríggjadagin 8. oktober kl. 16.59 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Gerhard Lognberg og Jørgen Niclasen og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 9/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. Framhaldandi 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2004: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2005
    Málið beint í fíggjarnevndina.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 20. oktober 2004, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar
  2. Svar upp á fyrispurning nr. 100-5/2004 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi búskapar- og sosialpolitikki landsstýrisins
  3. Svar upp á fyrispurning nr. 100-6/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi hægri útbúgving í Føroyum
  4. Framløga

Fundur lokin kl. 22.14

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari