Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

15. fundur

Ár 2004, fríggjadagin 8. oktober kl. 16.54 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Karsten Hansen, Høgni Hoydal, Johan Dahl, Henrik Old, Gerhard Lognberg, Sverre Midjord, Heðin Zachariasen og Jørgen Niclasen, landsstýrismenninir Hans Pauli Strøm, Bjarni Djurholm, Jógvan á Lakjuni, Bárður Nielsen og Bjørn Kalsø, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 7/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 9/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur
    §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 8. oktober 2004, kl. 16.59 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 9/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur
  2. Framhaldandi 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/2004: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2005
  3. Framløga

Fundur lokin kl. 16.58

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari