Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

 

9. fundur

Ár 2004, mikudagin 15. september kl. 13.35 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Heidi Petersen, Hergeir Nielsen, Kaj Leo Johannesen, Sverre Midjord, Jørgen Niclasen og Poul Michelsen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar
  2. Ósvaraðir munnligir fyrispurningar frá 8. september 2004
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 3/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-3/2004 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um hvussu útlendingalógin verður fyrisitin
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-4/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi hagtalstilfari á sosiala økinum
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 5/2004: Uppskot til samtyktar um miðvís framtøk fyri gransking, tøkni og menning í Føroyum
    Málið beint í mentanarnevndina.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-5/2004 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi búskapar- og sosialpolitikki landsstýrisins.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 24. september 2004, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-5/2004 til Jóannes Eidesgaard, løgmann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi búskapar- og sosialpolitikki landsstýrisins
  2. Svar upp á fyrispurning nr. 100-2/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi setanini av skúlastjóra á samanlagda Maskinmeistara- og Føroya Sjómansskúla
  3. Framløga

Fundur lokin kl. 17.31

Edmund Joensen
Løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari