Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

8. fundur

Ár 2004, mikudagin 8. september kl. 13.30 varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Andrias Petersen og Jørgen Niclasen, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-1/2004 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi rúsum á landleiðini
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-2/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi setanini av skúlastjóra á samanlagda Maskinmeistara- og Føroya Sjómansskúla
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 3/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. Munnligir fyrispurningar, framhald.
    Formaðurin boðaði frá, at tríggir ósvaraðir munnligir fyrispurningar verða svaraðir á næsta fundi.
  6. Framløga
    Formaðurin boðaði frá, at Høgni Hoydal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 5/2004: Uppskot til samtyktar um miðvís framtøk fyri gransking, tøkni og menning í Føroyum.

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-3/2004 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um hvussu útlendingalógin verður fyrisitin, og
nr. 100-4/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi hagtalstilfari á sosiala økinum

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 15. september 2004, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. Ósvaraðir munnligir fyrispurningar frá 8. september
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 3/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-3/2004 til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um hvussu útlendingalógin verður fyrisitin
  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-4/2004 til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi hagtalstilfari á sosiala økinum
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 5/2004: Uppskot til samtyktar um miðvís framtøk fyri gransking, tøkni og menning í Føroyum
  7. Framløga

Fundur lokin kl. 16.32.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari