Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

7. fundur

Ár 2004, mikudagin 1. september kl. 13.36 varð tingfundur settur.

Sverre Midjord, løgtingsmaður, og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 4/2004: Uppskot til samtyktar um at skipa viðurskiftini hjá teimum, sum bera brek
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  3. Framløga
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 3/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurningar:
Nr. 100-1/2004 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi rúsum á landleiðini, og
nr. 100-2/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi setanini av skúlastjóra á samanlagda Maskinmeistara- og Føroya Sjómansskúla

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 8. september 2004, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-1/2004 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi rúsum á landleiðini
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-2/2004 til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi setanini av skúlastjóra á samanlagda Maskinmeistara- og Føroya Sjómansskúla
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 3/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
  5. Framløga

Fundur lokin kl. 19.25

Edmund Joensen
Løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari