Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2004

1. fundur

Ár 2004, ólavsøkudag, kl. 13.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsformaðurin lýsti tingsetuna 2004 at vera setta sambært § 10 í stýrisskipanarlógini.

Til viðgerðar:

  1. Løgmaður greiddi, sambært stýrisskipanarlógini § 12, stk. 1, frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja.
  2. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna Landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 2/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 3. august 2004, kl. 9.00, við hesi dagsskrá:

  1. Umrøða av løgmansrøðuni á ólavsøku.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 2/2004: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  3. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 13.35.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari