Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

87. fundur

Fríggjadagur 2. mai 2003

kl. 18.25

 

Ár 2003, fríggjadagin 2. mai kl. 18.25, varð tingfundur settur.

Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, Anfinn Kallsberg, løgmaður, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um tingmál nr. 86/2002: Uppskot til løgtingslóg um landskassaveiting til yrkisútbúgvingarskúlar í Havn, sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini, og møgulig 2. viðgerð av málinum.
    Uppskot um, at tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið, fall 15-0-16.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 113/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Broytingaruppskot frá Heina O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Tórbjørn Jacobsen og Kára P. Højgaard til § 1 fall 7-3-21. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-1.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 119/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligum revsi- og rættargangslógum og heimarættarlógum.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 121/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 118/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 112A/2002: Uppskot til samtyktar um ógilding av atkvøðugreiðsluni í løgtingsmáli nr. 112/2002: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn.
    Uppskot til samtyktar samtykt 28-1-1.
    Málið avgreitt.
  7. Atkvøðugreiðsla við 2. viðgerð av tingmáli nr. 112/2002: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn.
    §§ 1 – 7 fullu 15-0-16. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2002: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri mars 2003 - 2.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Óla Breckmann, Tórbjørn Jacobsen, Kristinu Háfoss og Kára P. Højgaard, til § 6 samtykt 31-0-0. § 6 soleiðis broytt samtykt 31-0-0. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Óla Breckmann, Tórbjørn Jacobsen, Kristinu Háfoss og Kára P. Højgaard, til § 7 samtykt 31-0-0. § 7 soleiðis broytt samtykt 31-0-0. § 9 samtykt 31-0-0. § 11 samtykt 31-0-0. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Óla Breckmann, Tórbjørn Jacobsen, Kristinu Háfoss og Kára P. Højgaard, til § 20 samtykt 31-0-0. § 20 soleiðis broytt samtykt 31-0-0. Uppskotið soleiðis broytt 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 116/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Málið tikið aftur av uppskotsstetaranum, Heina O. Heinesen, løgtingmanni.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 2. mai 2003, kl. 20.10 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2002: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri mars 2003 - 2. 

Fundur lokin kl. 20.05.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari