Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

85. fundur

Hósdagur 1. mai 2003

kl. 10.00

 

Ár 2003, hósdagin 1. mai kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Heðin Mortensen, Marjus Dam, Finnur Helmsdal, Niklái Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Henrik Old, Kristian Magnussen, Vilhelm Johannesen, Jóannes Eidesgaard, Jenis av Rana, Jógvan við Keldu og Óli Breckmann, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Eyðun Elttør, Bill Justinussen, Høgni Hoydal, Karsten Hansen, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður svaraði fyrispurningi nr. 100-40/2002 frá Andrias Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi einfaldgering av virkseminum á Hjálpartólamiðstøðini.
    Málið avgreitt.
  2. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-43/2002 frá Finnleif Guttesen, løgtingsmanni, (Johan Dahl) viðvíkjandi A-fiskiloyvum hjá pensjónistum.
    Málið avgreitt.
  3. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-44/2002 frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kravdari avreiðing á uppboðssølu.
    Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 2. mai 2003, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 74/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 120/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja miðnámsskúla í Suðuroy.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 60/2002: Uppskot til løgtingslóg um Grundlógarnevnd
  4. Framhaldandi 3. viðgerð av tingmáli nr. 49/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði.
  5. Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2003.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 103/2002: Uppskot til løgtingslóg um búnaðargrunn.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 104/2002: Uppskot til løgtingslóg um landsjørð.
    Tingmálini nr. 103/2002 og nr. 104/2002 verða viðgjørd undir einum.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 106/2002: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 113/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 119/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligum revsi- og rættargangslógum og heimarættarlógum.
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 121/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
  12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 118/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim.
  13. 1. viðgerð av tingmáli nr. 112A/2002: Uppskot til samtyktar um ógilding av atkvøðugreiðsluni í løgtingsmáli nr. 112/2002: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn.
  14. Framløga.

 Fundur lokin kl. 11.40.

Edmund Joensen
løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari