Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

84. fundur

Mikudagur 30. apríl 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, mikudagin 30. apríl kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um tingmál nr. 86/2002: Uppskot til løgtingslóg um landskassaveiting til yrkisútbúgvingarskúlar í Havn, sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini, og møgulig 2. viðgerð av málinum.
    Uppskot um, at tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið, fall 14-0-18.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 60/2002: Uppskot til løgtingslóg um Grundlógarnevnd.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum í § 25 nevndini, Jóannes Eidesgaard og Kristian Magnussen, til heitið og § 1 fall 14-0-16. Broytingaruppskot frá meirilutanum í § 25 nevndini, Hergeir Nielsen, Jógvan Arge, Jenis av Rana, Kára P. Højgaard, Poul Michelsen og Jógvan á Lakjuni, til §§ 2 og 4 samtykt 16-1-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 16-0-14. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3 viðgerð.
  1. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Heini O. Heinesen, løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmál nr. 112A/2002: Uppskot til samtyktar um ógilding av atkvøðugreiðsluni í løgtingsmáli nr. 112/2002: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn, at vinnunevndin hevur lagt fram álit II í tingmáli 49/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 118/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim, og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit II í tingmáli nr. 1-9/2002: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri apríl 2003.

Tikið av dagsskrá:
2. viðgerð av tingmáli nr. 103/2002: Uppskot til løgtingslóg um búnaðargrunn, 2. viðgerð av tingmáli nr. 104/2002: Uppskot til løgtingslóg um landsjørð, 2. viðgerð av tingmáli nr. 106/2002: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening, 2. viðgerð av tingmáli nr. 113/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, 2. viðgerð av tingmáli nr. 119/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligum revsi- og rættargangslógum og heimarættarlógum, 2. viðgerð av tingmáli nr. 121/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg, svar upp á fyrispurning nr. 100-40/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann í almannamálum, frá Andrias Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi einfaldgering av virkseminum á Hjálpartólamiðstøðini, svar upp á fyrispurningi nr. 100-43/2002 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Finnleif Guttesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi A-fiskiloyvum hjá pensjónistum og svar upp á fyrispurningi nr. 100-44/2002 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kravdari avreiðing á uppboðssølu

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 1. mai 2003, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Svar upp á fyrispurning nr. 100-40/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann í almannamálum, frá Andrias Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi einfaldgering av virkseminum á Hjálpartólamiðstøðini.
  2. Svar upp á fyrispurning nr. 100-43/2002 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Finnleif Guttesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi A-fiskiloyvum hjá pensjónistum.
  3. Svar upp á fyrispurningi nr. 100-44/2002 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kravdari avreiðing á uppboðssølu.
  4. Framløga.

 Fundur lokin kl.18.25. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari