Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

83. fundur

Týsdagur 29. apríl 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, týsdagin 29. apríl kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Katrin Dahl Jakobsen og Jógvan við Keldu, Anfinn Kallsberg, løgmaður, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 66/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 67/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 81/2002: Uppskot til løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 15-0-13.
    Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 74/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Rúna Hentze, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana, til § 1 samtykt 15-0-13.
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0.
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2002: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri apríl 2003.
    Uppskotið frá Kristinu Háfoss um at beina málið aftur í nevnd samtykt 26-0-0.
    Málið varð beint aftur í fíggjarnevndina.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 112/2002: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn.
    §§ 1 – 7 fullu 14-0-14.
    Uppskotið sostatt fallið
    Málið avgreitt.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 117/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    §§ 1 og 2 fullu 10-0-17.
    Uppskotið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 120/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja miðnámsskúla í Suðuroy.
    §§ 1 og 2 samtyktar 23-0-0.
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  9. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-42/2002 frá Finnleif Guttesen, løgtingsmanni, (Johan Dahl) viðvíkjandi útreiðslubýtinum millum land og kommunur.
    Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 30. apríl 2003, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um tingmál nr. 86/2002: Uppskot til løgtingslóg um landskassaveiting til yrkisútbúgvingarskúlar í Havn, sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini, og møgulig 2. viðgerð av málinum.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 60/2002: Uppskot til løgtingslóg um Grundlógarnevnd
  4. 2. viðgerð av tingmálunum nr. 103/2002: Uppskot til løgtingslóg um búnaðargrunn og 104/2002: Uppskot til løgtingslóg landsjørð.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 106/2002: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 113/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 119/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligum revsi- og rættargangslógum og heimarættarlógum.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 121/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
  9. Svar upp á fyrispurning nr. 100-40/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann í almannamálum, frá Andrias Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi einfaldgering av virkseminum á Hjálpartólamiðstøðini.
  10. Svar upp á fyrispurning nr. 100-43/2002 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Finnleif Guttesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi A-fiskiloyvum hjá pensjónistum.
  11. Svar upp á fyrispurningi nr. 100-44/2002 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kravdari avreiðing á uppboðssølu.
  12. Framløga.

Fundur lokin kl. 18.40

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Armgarð Godtfred
skrivari