Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

82. fundur

Mánadagur 28. apríl 2003

kl. 16.00

 

Ár 2003, mánadagin 28. apríl kl. 16.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Bárður Nielsen, Hergeir Nielsen, Andrias Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Heðin Zachariasen og Jógvan við Keldu, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 116/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  2. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram felagsálit í tingmálunum nr. 103 og 104/2002 ávíkavist um búnaðargrunn og landsjørð og nr. 113/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 106/2002: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening og nr 121/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 119/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligum revsi- og rættargangslógum og heimarættarlógum, og § 25 nevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 60/2002: Uppskot til løgtingslóg um Grundlógarnevnd

Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá, at tingmál nr 85/2002: Uppskot til løgtingslóg um viðarvøkstur og frílendisrøkt er tikið aftur, sambært skrivi frá uppskotsstetaranum, Eyðun Elltør, landsstýrismanni, dagfest 28. apríl 2003.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 29. apríl 2003, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 66/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 67/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 81/2002: Uppskot til løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 74/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2002: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri apríl 2003.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 112/2002: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 117/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 120/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja miðnámsskúla í Suðuroy.
  9. Svar upp á fyrispurningi nr. 100-42/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Finnleif Guttesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi útreiðslubýtinum millum land og kommunur.
  10. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.55

Edmund Joensen
løgtingsformaður 

/Beinta Isaksen
skrivari