Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

81. fundur

Hósdagur 24. apríl 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, hósdagin 24. apríl kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Johan Dahl og Kaj Leo Johannesen, landsstýrismenninir Eyðun Elttør og Bill Justinussen, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 111/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 102/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-6-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 47/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 121/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 66/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan.
    §§ 1 og 2 samtyktar 21-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 67/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    §§ 1 og 2 samtyktar 22-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 81/2002: Uppskot til løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Óla Breckmann, Tórbjørn Jacobsen, Kristinu Háfoss og Kára P. Højgaard, til heitið og §§ 1 og 2 samtykt 12-0-9. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 12-0-9.
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  8. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-45/2002 frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, um sparingar á bussleiðini 600 og 601 í Sandoynni og 101 Tórshavn – Gamlarætt.
    Málið avgreitt.
  9. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 120/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja miðnámsskúla í Suðuroy.

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin 28. apríl 2003, kl. 16.00 við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 116/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  2. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.05.

Edmund Joensen
løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari