Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

80. fundur

Mikudagur 23. apríl 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, mikudagin 23. apríl kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Kaj Leo Johannesen og Heðin Zachariasen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um tingmál nr. 86/2002: Uppskot til løgtingslóg um landskassaveiting til yrkisútbúgvigarskúlar í Havn, sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini, og møgulig 2. viðgerð av málinum.
    Uppskot um, at tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið, fall 13-0-16.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 44/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-0-13.
    Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 73/2002: Uppskot til samtyktar um ráðstevnu um samskifti við ES.
    Uppskot til samtyktar fall 11-0-13.
    Málið avgreitt.
  5. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. svaraði fyrispurningi nr. 100-37/2002 frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutnings- & veiði/fiskiloyvi til fyrrverandi ms. "Ågot/Jógvan S."
    Málið avgreitt.
  6. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-39/2002 frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Ytra Ringvegi í Havn.
    Málið avgreitt.
  7. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1-9/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2003, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 74/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 112/2002: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn, og nr. 117/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu, og at Heini O. Heinesen, løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmál nr. 116/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Tórbjørn Jacobsen, Niklái Petersen, Rúni Hentze, Bárður Nielsen, Kristina Háfoss, Alfred Olsen, Marjus Dam, Henrik Old, Heðin Mortensen, Jógvan Arge, Vilhelm Johannesen, Andrias Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Jóannes Eidesgaard, Kristian Magnussen, Johan Dahl og Kaj Leo Johannesen.

Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá, at tingmál nr. 1-7/2002: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri mars 2003, er tikið aftur av uppskotsstillarunum, sambært skrivi, dagfest 23. apríl 2003, orsakað av at tingmál nr. 78/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn er fallið.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 24. apríl 2003, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 111/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 102/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin).
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 47/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 121/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 66/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 67/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 81/2002: Uppskot til løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna.
  8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-45/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, um sparingar á bussleiðini 600 og 601 í Sandoynni og 101 Tórshavn – Gamlarætt.
  9. Framløga

  Fundur lokin kl. 19.35. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður 

/Marius Rein
skrivari