Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

79. fundur

Týsdagur 22. apríl 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, týsdagin 22. apríl kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Kaj Leo Johannesen og Heðin Zachariasen, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. nr. 93/2002: Uppskot til løgtingslóg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v. m.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-1-1.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 76/2002: Uppskot til løgtingslóg um at hækka partapeningin í og at veita stuðul til P/F Fiskaaling.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 49/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði.
    Uppskot frá Tórbjørn Jacobsen um at beina málið aftur í nevnd samtykt 30-0-0. Málið beint aftur í vinnunevndina.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 75/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-1-0.
    Málið avgreitt.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 79/2002: Uppskot til lóg um broyting í "lov for Færøerne om offentlig forsorg".
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-0-14.
    Málið avgreitt.
  6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 97/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-0-14.
    Málið avgreitt.
  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 109/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  8. 3. viðgerð av tingmáli nr. 80/2002: Uppskot um løgtingslóg um skúlatilboð til ung við breki.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0.
    Málið avgreitt.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 89/2002: Uppskot til samtyktar um almenn størv í útjaðaranum.
    Uppskot til samtyktar samtykt 29-1-0.
    Málið avgreitt.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 111/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.
    §§ 1 – 3 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 102/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin).
    Broytingaruppskot frá minnilutanum í rættarnevndini, Kristian Magnussen, til § 1 fall 7-0-23. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 120/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja miðnámsskúla í Suðuroy.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  13. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 66/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan, nr. 67/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, og nr. 81/2002: Uppskot til løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna, og at Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 121/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg. Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Kristina Háfoss, Hergeir Nielsen, Finnur Helmsdal, Heini O. Heinesen, Niklái Petersen, Johan Dahl, Jógvan Arge, Óli Breckmann, Jákup Mikkelsen, Andrias Petersen, Jógvan við Keldu, Marjus Dam, Jógvan á Lakjuni, Poul Michelsen, Jørgen Niclasen, Kári P. Højgaard, Jenis av Rana, Bárður Nielsen, Katrin Dahl Jakobsen, Kristian Magnussen, Vilhelm Johannesen, Jóannes Eidesgaard, Alfred Olsen og Lisbeth L. Petersen.

Tikið av dagsskrá:
Atkvøðugreiðsla um tingmál nr. 86/2002: Uppskot til løgtingslóg um landskassaveiting til yrkisútbúgvingarskúlar í Havn, sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini, og møgulig 2. viðgerð av málinum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 23. apríl 2003, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um tingmál nr. 86/2002: Uppskot til løgtingslóg um landskassaveiting til yrkisútbúgvingarskúlar í Havn, sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini, og møgulig 2. viðgerð av málinum.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 44/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 73/2002: Uppskot til samtyktar um ráðstevnu um samskifti við ES.
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-37/2002 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutnings- & veiði/fiskiloyvi til fyrrverandi ms. "Ågot/Jógvan S."
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-39/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Ytra Ringvegi í Havn.
  7. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.15. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari