Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

78. fundur

Fríggjadagur 11. apríl 2003

kl. 10.00

 

Ár 2003, fríggjadagin 11. apríl kl. 10.0, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl,Katrin Dahl Jakobsen, Kristian Magnussen, Jørgen Niclasen og Poul Michelsen, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 91/2002: Uppskot til løgtingslóg um keyp av útbúnaði til nýbygningin á Landssjúkrahúsinum.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 107/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 15-0-11.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 49/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Heina O. Heinesen, Alfred Olsen, Kaj Leo Johannesen, Olaf í Garði Joensen og Gerhard Lognberg til § 1 samtykt 19-0-6. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 24-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 75/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka.
    §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 78/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn.
    §§ 1 og 2 fullu 11-0-14. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 79/2002: Uppskot til lóg um broyting í "lov for Færøerne om offentlig forsorg".
    §§ 1 og 2 samtyktar 14-0-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 97/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening.
    §§ 1 og 2 samtyktar 14-0-11. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 109/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya.
    Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 26-0-0.
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 80/2002: Uppskot um løgtingslóg um skúlatilboð til ung við breki.
    §§ 1 til 10 samtyktar 22-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  10. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 73/2002: Uppskot til samtyktar um ráðstevnu um samskifti við ES, og at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 120/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja miðnámsskúla í Suðuroy. Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Niklái Petersen, Finnur Helmsdal, Kári P. Højgaard, Jógvan Arge, Rúni Hentze, Olaf í Garði Joensen, Óli Breckmann, Jákup Mikkelsen, Jógvan á Lakjuni, Kristina Háfoss, Hergeir Nielsen, Lisbeth L. Petersen, Heðin Mortensen, Bárður Nielsen, Marjus Dam, Jóannes Eidesgaard, Katrin Dahl Jakobsen og Andrias Petersen.

Tikið av dagsskrá:
3. viðgerð av tingmáli nr. 47/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn.

Formaðurin las skriv frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tingmáli nr. 86/2002: Uppskot til løgtingslóg um landskassaveiting til yrkisútbúgvingarskúlar í Havn. Víst verður á § 32, stk. 3 í tingskipanini, og biðið verður um, at tingformaðurin setir til atkvøðugreiðslu spurningin um, at málið fer til 2. viðgerð uttan nevndarálit.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 22. apríl 2003, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 93/2002: Uppskot til løgtingslóg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v. m.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 76/2002: Uppskot til løgtingslóg um at hækka partapeningin í og at veita stuðul til P/F Fiskaaling.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 49/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 75/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 79/2002: Uppskot til lóg um broyting í "lov for Færøerne om offentlig forsorg".
  6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 97/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening.
  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 109/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya.
  8. 3. viðgerð av tingmáli nr. 80/2002: Uppskot um løgtingslóg um skúlatilboð til ung við breki.
  9. Atkvøðugreiðsla um tingmál nr. 86/2002: Uppskot til løgtingslóg um landskassaveiting til yrkisútbúgvigarskúlar í Havn, sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini, og møgulig 2. viðgerð av málinum.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 89/2002: Uppskot til samtyktar um almenn størv í útjaðaranum.
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 111/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.
  12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 102/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin).
  13. 1. viðgerð av tingmáli nr. 120/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja miðnámsskúla í Suðuroy.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  14. Framløga.

Fundur lokin kl. 12.15. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari