Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

77. fundur

Hósdagur 10. apríl 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, hósdagin 10. apríl kl. 13.30, varð tingfundur settur.

løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Heini O. Heinesen og Poul Michelsen, og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 94/2002: Uppskot til løgtingslóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 99/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. nr. 93/2002: Uppskot til løgtingslóg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v. m.
    §§ 1 – 14 samtyktar 25-1-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 87/2002: Uppskot til samtyktar um havrættarsáttmála v.m.
    Uppskot til samtyktar samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 76/2002: Uppskot til løgtingslóg um at hækka partapeningin í og at veita stuðul til P/F Fiskaaling.
    Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 1 samtykt 28-0-0.
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 118/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim.

Fundur nirðurlagdur kl. 14.45.
Fundur uppafturtikin kl. 15.30.

Málið beint í trivnaðarnevndina.

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 119/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligum revsi- og rættargangslógum og heimarættarlógum v.m.
    Málið beint í rættarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2003.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  3. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 89/2002: Uppskot til samtyktar um almenn størv í útjaðaranum, og nr. 111/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning, og at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 102/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin).

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 11. apríl 2003, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 47/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 91/2002: Uppskot til løgtingslóg um keyp av útbúnaði til nýbygningin á Landssjúkrahúsinum.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 107/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 49/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 75/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 78/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 79/2002: Uppskot til lóg um broyting í "lov for Færøerne om offentlig forsorg".
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 97/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 109/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 80/2002: Uppskot um løgtingslóg um skúlatilboð til ung við breki.
  11. Framløga.

 Fundur lokin kl. 19.30. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari