Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

76. fundur

Mikudagur 9. apríl 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, mikudagin 9. apríl kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Marjus Dam, Vilhelm Johannesen, Jørgen Niclasen og Poul Michelsen, landsstýrismenninir Bjarni Djurholm og Páll á Reynatúgvu, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-44/2002 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kravdari avreiðing á uppboðssølu.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-45/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, um sparingar á bussleiðini 600 og 601 í Sandoynni og 101 Tórshavn – Gamlarætt.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 84/2002: Uppskot til løgtingslóg um at veita trygd og bjóða á tvingsilssølu í sambandi við innkrevjingarmál.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 88/2002: Uppskot til løgtingslóg um hald av útreiðslum í sambandi við størri vanlukkur.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-0.
    Málið avgreitt.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 47/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn.
    §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 91/2002: Uppskot til løgtingslóg um keyp av útbúnaði til nýbygningin á Landssjúkrahúsinum.
    §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 107/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
    §§ 1 og 2 samtyktar 13-0-11. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 110/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Vinnuframagrunn.
    §§ 1 og 2 fullu 7-2-15. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  10. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-41/2002 frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi hjálp til irakiska fólkið.
    Málið avgreitt.
  11. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 49/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði, nr. 75/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka, og nr. 78/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 79/2002: Uppskot til lóg um broyting í "lov for Færøerne om offentlig forsorg", nr. 97/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening og nr. 109/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya, og at mentunarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 80/2002: Uppskot um løgtingslóg um skúlatilboð til ung við breki.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 10. apríl 2003, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 94/2002: Uppskot til løgtingslóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 99/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 93/2002: Uppskot til løgtingslóg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v. m.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 87/2002: Uppskot til samtyktar um havrættarsáttmála v.m.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 76/2002: Uppskot til løgtingslóg um at hækka partapeningin í og at veita stuðul til P/F Fiskaaling.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 118/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 119/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligum revsi- og rættargangslógum og heimarættarlógum v.m.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. nr. 1-9/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2003.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  9. Framløga.

  Fundur lokin kl. 16.05. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari