Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

75. fundur

Týsdagur 8. apríl 2003

kl. 10.00

 

Ár 2003, týsdagin 8. apríl kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Poul Michelsen, løgtingsmaður, Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-42/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Finnleif Guttesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi útreiðslubýtinum millum land og kommunur.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-43/2002 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Finnleif Guttesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi A-fiskiloyvum hjá pensjónistum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-3/2002: Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini frá Bill Justinussen, landsstýrismanni, um skipan av heildarpsykiatri í Føroyum.
  4. Fundur niðurlagdur kl. 12.10.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.


    Málið avgreitt.

  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 64/2002: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um skatting av reiðaravirksemi (tonnaguskattalóg).
    Uppskot til samtyktar fall 11-0-13.
    Málið avgreitt.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 77/2002: Uppskot til samtyktar um at kanna møguleikarnar fyri undirsjóvartunli millum Suðurstreymoy og Sandoynna.
    Uppskot til samtyktar samtykt 23-0-1.
    Málið avgreitt.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 90/2002: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi fjarfiskiflotanum.
    Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til uppskotið til samtyktar samtykt 24-0-0. Uppskot til samtyktar soleiðis broytt samtykt 24-0-0.
    Málið avgreitt.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 94/2002: Uppskot til løgtingslóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø.
    §§ 1 – 5 samtyktar 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 99/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 114/2002: Uppskot til samtyktar um ferðasambandið í Sandoynna.
    Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til uppskotið til samtyktar samtykt 24-0-0. Uppskot til samtyktar soleiðis broytt samtykt 24-0-0.
    Málið avgreitt.
  11. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 118/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim. Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Heðin Zachariasen, Jenis av Rana, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen, Jógvan á Lakjuni, Rúni Hentze, Niklái Petersen, Gerhard Lognberg, Kristina Háfoss, Olaf í Garði Joensen, Lisbeth L. Petersen, Finnleif Guttesen, Poul Michelsen, Sune Jacobsen, Jógvan við Keldu, Jógvan Arge, Kári P. Højgaard, Henrik Old og Heðin Mortensen.
    - at løgtingsmenninir Kristian Magnussen, Hergeir Nielsen, Jógvan á Lakjuni og Jenis av Rana vegna ávikavist Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokin og Miðflokkin hava lagt fram tingmál nr. 119/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligum revsi- og rættargangslógum og heimarættarlógum v.m. Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Henrik Old, Andrias Petersen, Alfred Olsen, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen, Bárður Nielsen, Lisbeth L. Petersen, Gerhard Lognberg, Jóannes Eidesgaard, Heðin Mortensen, Katrin Dahl Jakobsen, Jógvan á Lakjuni, Jógvan við Keldu, Jákup Mikkelsen, Johan Dahl Marjus Dam Kári P. Højgaard, Hergeir Nielsen, Jógvan Arge og Óli Breckmann.
    - at Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmál nr. 1-9/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2003. Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Jóannes Eidesgaard, Kristian Magnussen, Katrin Dahl Jakobsen, Gerhard Lognberg, Bárður Nielsen, Kaj Leo Johannesen, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Heðin Mortensen, Vilhelm Johannesen, Henrik Old, Andrias Petersen, Rúni Hentze, Heini O. Heinesen, Marjus Dam, Johan Dahl og Jenis av Rana.
    – at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 93/2002: Uppskot til løgtingslóg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v. m.
    – at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 87/2002: Uppskot til samtyktar um havrættarsáttmála v.m.
    – og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 76/2002: Uppskot til løgtingslóg um at hækka partapeningin í og at veita stuðul til P/F Fiskaaling.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-44/2002 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kravdari avreiðing á uppboðssølu, og fyrispurning nr. 100-45/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, um sparingar á bussleiðini 600 og 601 í Sandoynni og 101 Tórshavn – Gamlarætt.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 9. apríl 2003, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-44/2002 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kravdari avreiðing á uppboðssølu.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-45/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, um sparingar á bussleiðini 600 og 601 í Sandoynni og 101 Tórshavn – Gamlarætt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 84/2002: Uppskot til løgtingslóg um at veita trygd og bjóða á tvingsilssølu í sambandi við innkrevjingarmál.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 88/2002: Uppskot til løgtingslóg um hald av útreiðslum í sambandi við størri vanlukkur.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 47/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 91/2002: Uppskot til løgtingslóg um keyp av útbúnaði til nýbygningin á Landssjúkrahúsinum.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 107/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 110/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Vinnuframagrunn.
  10. Svar upp á fyrispurning nr. 100-41/2002 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi hjálp til irakiska fólkið.
  11. Framløga.

 Fundur lokin kl. 15.10. 

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari