Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

71. fundur

Hósdagur 27. mars 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, hósdagin 27. mars kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Finnur Helmsdal og Tórbjørn Jacobsen, Karsten Hansen, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 82/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v. m.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 83/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-38/2002 frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðsbólki í Norðurlandaráðnum í sambandi við málið "Et handslag til Vestnorden".
    Málið avgreitt.
  4. Farloyvi.
    Skriv frá Johan Dahl, dagfest 27. mars 2003, við umsókn um farloyvi frá 28. mars 2003 og 10 dagar fram, og at næsti maður á lista Sambandsfloksins í Suðuroyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á Vilhelm Johannesen, Alfred Olsen og Jógvan á Lakjuni um at kanna, hvør næstvaldur er á lista Sambandsfloksins í Suðuroyar valdømi.
  5. Fundur niðurlagdur kl. 14.45.
    Fundur uppafturtikin kl. 14.50.

    Vilhelm Johannesen mælti til, vegna seg sjálvan, Alfred Olsen og Jógvan á Lakjuni, at Finnleif Guttesen tekur sæti á tingi fyri Johan Dahl.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  6. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-36/2002 frá Mamy Dahl Sørensen, løgtingsmanni, (Jóannes Eidesgaard) viðvíkjandi almanna - og heilsuskúlanum.
    Málið avgreitt.
  7. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 84/2002: Uppskot til løgtingslóg um at veita trygd og bjóða á tvingsilssølu í sambandi við innkrevjingarmál, og at vinnunevndini hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 92/2002: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul til infrakervið á útoyggjum.

Tikið av dagsskrá:
3. viðgerð av tingmáli nr. 44/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning, og svar upp á fyrispurning nr. 100-37/2002 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutnings- & veiði/fiskiloyvi til fyrrverandi ms. "Ågot/Jógvan S."

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 1. apríl 2003, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 65/2002: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 84/2002: Uppskot til løgtingslóg um at veita trygd og bjóða á tvingsilssølu í sambandi við innkrevjingarmál.
  3. Svar upp á fyrispurningur nr. 100-33/2002 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingslógini um meirvirðisgjald.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-35/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Rúna Hentze, løgtingsmanni, viðvíkjandi lívfiskavirksemi í Sandoynni.
  5. Framløga.

 Fundur lokin kl. 15.25.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari