Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

70. fundur

Mikudagur 26. mars 2003

kl. 13.30

Ár 2003, mikudagin 26. mars kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Johan Dahl og Finnur Helmsdal, Anfinn Kallsberg, løgmaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 98/2002: Uppskot til samtyktar um alternativar íbúðamøguleikar.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini, Alfred Olsen, Marjus Dam, Kristian Magnussen og Andrias Petersen, til uppskotið til samtyktar fall 10-0-16. Uppskot til samtyktar fall 10-0-16. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Málið beint í vinnunevndina.
  4. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-32/2002 frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi ferðslulógini.
    Málið avgreitt.
  5. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-34/2002 frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi flutningi av vandamiklum farmi.
    Málið avgreitt.
  6. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at trivnaðarnevnd hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 65/2002: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurningi nr. 100-35/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Rúna Hentze, løgtingsmanni, viðvíkjandi lívfiskavirksemi í Sandoynni.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 27. mars 2003, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 44/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 82/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v. m.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 83/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-37/2002 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutnings- & veiði/fiskiloyvi til fyrrverandi ms. "Ågot/Jógvan S."
  5. Svar upp á nr. 100-38/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðsbólki í Norðurlandaráðnum í sambandi við málið "Et handslag til Vestnorden".
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-36/2002 til landsstýrismannin í mentamálum, frá Mamy Dahl Sørensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi almanna - og heilsuskúlanum.
  7. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.25.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari