Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

68. fundur

Mánadagur 24. mars 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, mánadagin 24. mars kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, og landsstýrismenninir Bjarni Djurholm og Bill Justinussen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-41/2002 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi hjálp til irakiska fólkið.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 106/2002: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um uppihaldspening.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 113/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Málið beint í vinnunevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 81/2002: Uppskot til løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 98/2002: Uppskot til samtyktar um alternativar íbúðamøguleikar.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 25. mars 2003, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 68/2002: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 57/2002: Uppskot til samtyktar um Ískoytissáttmála nr. 13 frá 21. februar 2002 til Evropiska Sáttmálan um Mannarættindini og Grundleggjandi Frælsini um Fullkomna Avtøku av Deyðarevsing.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 69/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 82/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v. m.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 83/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-29/2002 til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, frá Rúna Hentze, løgtingsmanni, viðvíkjandi samanlegging av veiðiloyvum hjá partrolara og lemmatrolara.
  8. Svar upp á fyrispurning nr. 100-31/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann í familju og heilsumálum, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi læknaviðurskiftunum í Sandoynni.
  9. Svar upp á fyrispurning nr. 100-28/2002 til Birgit Kleis, ríkisumboðsmann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi hernaðarligu revsi- og rættargangslógini
  10. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 18.30.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari