Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

67. fundur

Fríggjagur 21. mars 2003

kl. 10.00

 

Ár 2003, fríggjadagin 21. mars kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Rúni Hentze, Kristina Háfoss og Gerhard Lognberg, Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 94/2002: Uppskot til løgtingslóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø
    Málið beint í vinnunevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 111/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.
    Málið beint í vinnunevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 91/2002: Uppskot til løgtingslóg um keyp av útbúnaði til nýbygningin á Landssjúkrahúsinum.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  4. Fundur niðurlagdur kl. 12.15.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 92/2002: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul til infrakervið á útoyggjum.
    Málið beint í vinnunevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2002: Uppskot til eykajáttan mars 2003-2.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 107/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 112/2002: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn.
    Málið beint í vinnunevndina.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-41/2002 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi hjálp til irakiska fólkið.

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin 24. mars 2003, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-41/2002 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi hjálp til irakiska fólkið.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 106/2002: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um uppihaldspening.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 113/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 81/2002: Uppskot til løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  6. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.05.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari