Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

66. fundur

Hósdagur 20. mars 2003

kl. 13.30

Ár 2003, hósdagin 20. mars kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 84/2002: Uppskot til løgtingslóg um at veita trygd og bjóða á tvingsilssølu í sambandi við innkrevjingarmál.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. nr. 85/2002: Uppskot til løgtingslóg um viðarvøkstur og frílendisrøkt.
    Málið beint í vinnunevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 71-6/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum. Landsroknskapin fyri fíggjarárið 2001.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2002: Uppskot til lóg um broyting í "lov for Færøerne om offentlig forsorg".
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 44/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning, og nr. 69/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 81/2002: Uppskot til løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna, 1. viðgerð av tingmáli nr. 106/2002: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um uppihaldspening og 1. viðgerð av tingmáli nr. 113/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 21. mars 2003, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 94/2002: Uppskot til løgtingslóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 111/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 91/2002: Uppskot til løgtingslóg um keyp av útbúnaði til nýbygningin á Landssjúkrahúsinum.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 92/2002: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul til infrakervið á útoyggjum.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2002: Uppskot til eykajáttan mars 2003-2.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 107/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 112/2002: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  9. Framløga.

 Fundur lokin kl. 19.05.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari