Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

65. fundur

Mikudagur 19. mars 2003

kl. 13.30

Ár 2003, mikudagin 19. mars kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. viðgerð av tingmáli nr. 105/2002: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi altjóða støðuni mótvegis Irak.
    Uppskot frá Johan Dahl um at beina málið aftur í nevnd fall 9-0-21. Uppskot til samtyktar samtykt 19-2-9.
    Málið avgreitt.
  3. viðgerð av tingmáli nr. 90/2002: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi fjarfiskiflotanum.
    Málið beint í vinnunevndina.
  4. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 82/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v. m., og nr. 83/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 91/2002: Uppskot til løgtingslóg um keyp av útbúnaði til nýbygningin á Landssjúkrahúsinum, 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2002: Uppskot til eykajáttan mars 2003-2, 1. viðgerð av tingmáli nr. 107/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin), 1. viðgerð av tingmáli nr. 111/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning, og 1. viðgerð av tingmáli nr. 112/2002: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 20. mars 2003, kl. 13.30 við hesi dagsskrá: 

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 84/2002: Uppskot til løgtingslóg um at veita trygd og bjóða á tvingsilssølu í sambandi við innkrevjingarmál.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. nr. 85/2002: Uppskot til løgtingslóg um viðarvøkstur og frílendisrøkt.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 71-6/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum. Landsroknskapin fyri fíggjarárið 2001.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2002: Uppskot til lóg um broyting í "lov for Færøerne om offentlig forsorg".
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 81/2002: Uppskot til løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 106/2002: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um uppihaldspening.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 113/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  8. Framløga.

  Fundur lokin kl. 18.30

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari