Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

63. fundur

Mánadagur 17. mars 2003

kl. 10.00

 

Ár 2003, mánadagin 17. mars kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Bárður Nielsen, Heðin Zachariasen og Óli Breckmann, Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr 100-39/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Ytra Ringvegi í Havn.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-40/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann í almannamálum, frá Andrias Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi einfaldgering av virkseminum á Hjálpartólamiðstøðini.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. nr. 82/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v. m.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 83/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
    Málini nr. 82/2002 og nr. 83/2002 vórðu viðgjørd undir einum.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 73/2002: Uppskot til samtyktar um ráðstevnu um samskifti við ES.
  6. Fundur niðurlagdur kl. 12.00.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

    Málið beint í uttanlandsnevndina.

  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2002: Uppskot til samtyktar um havrættarsáttmála v.m.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 88/2002: Uppskot til løgtingslóg um hald av útreiðslum í sambandi við størri vanlukkur.
    Málið beint í vinnunevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2002: Uppskot til samtyktar um almenn størv í útjaðaranum.
    Málið beint í vinnunevndina.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 90/2002: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi fjarfiskiflotanum, og 1. viðgerð av tingmáli nr. 91/2002: Uppskot til løgtingslóg um keyp av útbúnaði til nýbygningin á Landssjúkrahúsinum

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 18. mars 2003, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 54/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 68/2002: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 70/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 115/2002: Uppskot til samtyktar um at søkja Norðurlandaráðið um fullgildugan limaskap til Føroya.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 97/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2002: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri mars 2003.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
    Málini nr. 78/2002 og nr. 1-7/2002 verða viðgjørd undir einum.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 84/2002: Uppskot til løgtingslóg um at veita trygd og bjóða á tvingsilssølu í sambandi við innkrevjingarmál.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2002: Uppskot til lóg um broyting í "lov for Færøerne om offentlig forsorg".
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  11. Framløga.

 Fundur lokin kl. 19.15.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari