Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

62. fundur

Fríggjadagur 14. mars 2003

kl. 10.00

 

Ár 2003, fríggjadagin 14. mars kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Edmund Joensen, Lisbeth L. Petersen, Finnur Helmsdal, Tórbjørn Jacobsen, Heðin Zachariasen og Óli Breckmann, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Formaðurin bar fram minningarorð um Ivar Hansen, fólkatingsformann, ið andaðist tann 11. mars 2003, og tingmenn mintust hann í tøgn.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 104/2002: Uppskot til løgtingslóg um landsjørð.
    Málið beint í vinnunevndina.
  2. Fundur niðurlagdur kl. 12.10.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 103/2002: Uppskot til løgtingslóg um búnaðargrunn.
    Málið beint í vinnunevndina.
  4. Fundur niðurlagdur kl. 15.15
    Fundur uppafturtikin kl. 15.30.

  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 110/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Vinnuframagrunn.
    Málið beint í vinnunevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 93/2002: Uppskot til løgtingslóg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v. m.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  7. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 68/2002: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági, og nr. 70/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m., og at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 115/2002: Uppskot til samtyktar um at søkja Norðurlandaráðið um fullgildugan limaskap til Føroya.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 97/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening, 1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn, 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2002: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri mars 2003, 1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2002: Uppskot til samtyktar um havrættarsáttmála v.m., 1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. og 1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2002: Uppskot til lóg um broyting í "lov for Færøerne om offentlig forsorg".

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr 100-39/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Ytra Ringvegi í Havn, og fyrispurning nr. 100-40/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann í almannamálum, frá Andrias Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi einfaldgering av virkseminum á Hjálpartólamiðstøðini.

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin 17. mars 2003, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr 100-39/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Ytra Ringvegi í Havn.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-40/2002 til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann í almannamálum, frá Andrias Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi einfaldgering av virkseminum á Hjálpartólamiðstøðini.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. nr. 82/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v. m.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 83/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
    Málini nr. 82/2002 og nr. 83/2002 verða viðgjørd undir einum.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 73/2002: Uppskot til samtyktar um ráðstevnu um samskifti við ES.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 88/2002: Uppskot til løgtingslóg um hald av útreiðslum í sambandi við størri vanlukkur.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2002: Uppskot til samtyktar um havrættarsáttmála v.m.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2002: Uppskot til samtyktar um almenn størv í útjaðaranum.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 90/2002: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi fjarfiskiflotanum.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 91/2002: Uppskot til løgtingslóg um keyp av útbúnaði til nýbygningin á Landssjúkrahúsinum
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  11. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 18.05.

Vilhelm Johannesen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari