Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

61. fundur

Mánadagur 10. mars 2003

kl. 10.00

 

Ár 2003, mánadagin 10. mars kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Johan Dahl, Finnur Helmsdal, Jørgen Niclasen og Jógvan við Keldu, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2002: Uppskot til løgtingslóg um umsjón, váttanarveitan og eftirlit samsvarandi Sáttmála Sameindu Tjóða um at banna evnafrøðiligum vápnum.
    Av tí at telduskipanin ikki var tøk, vórðu allar atkvøðugreislurnar sambært § 76 í tingskipanini. Atkvøtt varð við navnakalli. Formaðurin heitti á tingmenninar Heðin Mortensen og Jógvan á Lakjuni um at telja atkvøðurnar.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð:
    Ja atkvøddu: Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen, Heðin Mortensen, Marjus Dam, Bárður Nielsen, Kaj Leo Johannesen, Heini O. Heinesen, Rúni Hentze, Kristina Háfoss, Tórbjørn Jacobsen, Niklái Petersen, Jógvan Arge, Gerhard Lognberg, Andrias Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Kristian Magnussen, Vilhelm Johannesen, Jóannes Eidesgaard, Jenis av Rana, Kári P. Højgaard, Jákup Mikkelsen, Poul Michelsen, Heðin Zachariasen, Jógvan á Lakjuni, Óli Breckmann og Edmund Joensen.
    Eingin atkvøddi nei.
    Eingin atkvøddi blankt.
    Burturstaddir: Johan Dahl, Finnur Helmsdal, Hergeir Nielsen, Henrik Old, Jørgen Niclasen og Jógvan við Keldu.
    Uppskotið endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 59/2002: Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola.
    Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð:
    Ja atkvøddu: Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen, Heðin Mortensen, Marjus Dam, Bárður Nielsen, Kaj Leo Johannesen, Heini O. Heinesen, Rúni Hentze, Kristina Háfoss, Tórbjørn Jacobsen, Niklái Petersen, Jógvan Arge, Gerhard Lognberg, Andrias Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Henrik Old, Kristian Magnussen, Vilhelm Johannesen, Jóannes Eidesgaard, Jenis av Rana, Kári P. Højgaard, Jákup Mikkelsen, Poul Michelsen, Heðin Zachariasen, Jógvan á Lakjuni, Óli Breckmann og Edmund Joensen.
    Eingin atkvøddi nei.
    Eingin atkvøddi blankt.
    Burturstaddir: Johan Dahl, Finnur Helmsdal, Hergeir Nielsen, Jørgen Niclasen og Jógvan við Keldu.
    Uppskotið endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 54/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum i vinnunevndini, Henrik Old, Alfred Olsen og Kaj Leo Johannesen, til § 2:
    Ja atkvøddu: Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen, Heðin Mortensen, Marjus Dam, Bárður Nielsen, Kaj Leo Johannesen, Gerhard Lognberg, Andrias Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Henrik Old, Kristian Magnussen, Vilhelm Johannesen, Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen.
    Nei atkvøddu: Heini O. Heinesen, Rúni Hentze, Kristina Háfoss, Tórbjørn Jacobsen, Niklái Petersen, Jógvan Arge, Jenis av Rana, Kári P. Højgaard, Jákup Mikkelsen, Poul Michelsen, Heðin Zachariasen, Jógvan á Lakjuni, Óli Breckmann
    Eingin atkvøddi blankt.
    Burturstaddir: Johan Dahl, Finnur Helmsdal, Hergeir Nielsen, Jørgen Niclasen og Jógvan við Keldu.
    Broytingaruppskotið samtykt 14-0-13.
    Uppskotið soleiðis broytt:
    Ja atkvøddu: Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen, Heðin Mortensen, Marjus Dam, Bárður Nielsen, Kaj Leo Johannesen, Gerhard Lognberg, Andrias Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Henrik Old, Kristian Magnussen, Vilhelm Johannesen, Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen.
    Nei atkvøddu: Heini O. Heinesen, Rúni Hentze, Kristina Háfoss, Tórbjørn Jacobsen, Niklái Petersen, Jógvan Arge, Jenis av Rana, Kári P. Højgaard, Jákup Mikkelsen, Poul Michelsen, Heðin Zachariasen, Jógvan á Lakjuni, Óli Breckmann
    Eingin atkvøddi blankt.
    Burturstaddir: Johan Dahl, Finnur Helmsdal, Hergeir Nielsen, Jørgen Niclasen og Jógvan við Keldu.
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt samtykt 14-0-13.
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62/2002: Uppskot til samtyktar um samhaldsfasta skipan á samferðsluøkinum.
    Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til nýggja orðing av uppskotinum til samtyktar:
    Ja atkvøddu: Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen, Heðin Mortensen, Marjus Dam, Bárður Nielsen, Kaj Leo Johannesen, Heini O. Heinesen, Rúni Hentze, Kristina Háfoss, Tórbjørn Jacobsen, Niklái Petersen, Gerhard Lognberg, Andrias Petersen, Katrin Dahl Jakobsen, Henrik Old, Kristian Magnussen, Vilhelm Johannesen, Jóannes Eidesgaard, Jenis av Rana, Kári P. Højgaard, Jákup Mikkelsen, Poul Michelsen, Heðin Zachariasen, Jógvan á Lakjuni, Óli Breckmann og Edmund Joensen.
    Eingin atkvøddi nei.
    Eingin atkvøddi blankt.
    Burturstaddir: Johan Dahl, Finnur Helmsdal, Hergeir Nielsen, Jógvan Arge, Jørgen Niclasen og Jógvan við Keldu.
    Broytingaruppskotið endaliga samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 77/2002: Uppskot til samtyktar um at kanna møguleikarnar fyri undirsjóvartunli millum Suðurstreymoy og Sandoynna.
  6. Fundur niðurlagdur kl.12.00.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

    Málið beint í vinnunevndina.

  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 114/2002: Uppskot til samtyktar um ferðasambandið í Sandoynna.
    Málið beint í vinnunevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 80/2002: Uppskot um løgtingslóg um skúlatilboð til ung við breki.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 96/2002: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lóg um endurgjaldsábyrgd.
    Málið beint í rættarnevndina.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2002: Uppskot til løgtingslóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin).
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 108/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
    Málið beint í rættarnevndina.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 73/2002: Uppskot til samtyktar um ráðstevnu um samskifti við ES, svar upp á fyrispurning nr. 100-29/2002 til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, frá Rúna Hentze, løgtingsmanni, viðvíkjandi samanlegging av veiðiloyvum hjá partrolara og lemmatrolara, og svar upp á fyrispurning nr. 100-31/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann í familju og heilsumálum, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi læknaviðurskiftunum í Sandoynni.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 14. mars 2003, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 104/2002: Uppskot til løgtingslóg um landsjørð.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 103/2002: Uppskot til løgtingslóg um búnaðargrunn.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 110/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Vinnuframagrunn.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 93/2002: Uppskot til løgtingslóg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v. m.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 97/2002: Uppskot til løgtingslóg um dagpening.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/2002: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri mars 2003.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
    Málini nr. 78/2002 og nr. 1-7/2002 verða viðgjørd undir einum.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2002: Uppskot til samtyktar um havrættarsáttmála v.m.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2002: Uppskot til lóg um broyting í "lov for Færøerne om offentlig forsorg".
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  11. Framløga.

 Fundur lokin kl. 19.15.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari