Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

60. fundur

Fríggjadagur 7. mars 2003

kl. 10.00

 

Ár 2003, fríggjadagin 7. mars kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Gerhard Lognberg og Jákup Mikkelsen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Akvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-38/2002 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðsbólki í Norðurlandaráðnum í sambandi við málið "Et handslag til Vestnorden".
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 115/2002: Uppskot til samtyktar um fullgildugan limaskap í Norðurlandaráðnum.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  3. Fundur niðurlagdur kl. 12.15
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. nr. 109/2002: Uppskot til løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 105/2002: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi altjóða støðuni mótvegis Irak.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  6. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði á fyrispurningi nr. 100-27/2002 frá Kristinu Háfoss løgtingsmanni, viðvíkjandi altjóða staðfesting og viðurkenning av føroyingum sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti.
    Málið avgreitt.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. nr. 89/2002: Uppskot til samtyktar um almenn størv í útjaðaranum, og 1. viðgerð av tingmáli nr. nr. 74/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin 10. mars 2003, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2002: Uppskot til løgtingslóg um umsjón, váttanarveitan og eftirlit samsvarandi Sáttmála Sameindu Tjóða um at banna evnafrøðiligum vápnum.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 59/2002: Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 54/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62/2002: Uppskot til samtyktar um samhaldsfasta skipan á samferðsluøkinum.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 77/2002: Uppskot til samtyktar um at kanna møguleikarnar fyri undirsjóvartunli millum Suðurstreymoy og Sandoynna.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 114/2002: Uppskot til samtyktar um ferðasambandið í Sandoynna.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 80/2002: Uppskot um løgtingslóg um skúlatilboð til ung við breki.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 96/2002: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lóg um endurgjaldsábyrgd.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2002: Uppskot til løgtingslóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin).
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 108/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 73/2002: Uppskot til samtyktar um ráðstevnu um samskifti við ES.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  12. Svar upp á fyrispurning nr. 100-29/2002 til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, frá Rúna Hentze, løgtingsmanni, viðvíkjandi samanlegging av veiðiloyvum hjá partrolara og lemmatrolara.
  13. Svar upp á fyrispurning nr. 100-31/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann í familju og heilsumálum, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi læknaviðurskiftunum í Sandoynni.
  14. Framløga.


Fundur lokin kl. 18.45.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari