Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

58. fundur

Mikudagur 5. mars 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, mikudagin 5. mars kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Lisbeth L. Petersen, Rúni Hentze og Gerhard Lognberg, og landsstýrismenninir Høgni Hoydal og Páll á Reynatúgvu vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-33/2002 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingslógini um meirvirðisgjald.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-34/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi flutningi av vandamiklum farmi.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-35/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Rúna Hentze, løgtingsmanni, viðvíkjandi lívfiskavirksemi í Sandoynni.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-36/2002 til landsstýrismannin í mentamálum, frá Mamy Dahl Sørensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi almanna- og heilsuskúlanum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  6. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-37/2002 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi innfluttnings- & veiði/fiskiloyvi til fyrrverandi ms. "Ågot/Jógvan S".
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 71-4/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fyri fíggjarárið 2001.
    Uppskot til samtyktar samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 71-5/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2001.
    Uppskot til samtyktar samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 50/2002: Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu.
    Uppskot frá Johan Dahl um at beina málið aftur í nevnd fall 13-0-15.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndini, Alfred Olsen og Kaj Leo Johannesen, fall 7-1-20. §§ 1, 2 og 3 fullu 7-0-21. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  10. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-30/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Mamy Dahl Sørensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi samferðslukervinum í Norðoyggjum.
    Málið avgreitt.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 70/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.
    Málið beint í vinnunevndina.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 72/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av rættinum til likamliga at revsa børn.
    Málið beint í rættarnevndina.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 6. mars 2002, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 42/2002: Uppskot til løgtingslóg um umsjón, váttanarveitan og eftirlit samsvarandi Sáttmála Sameindu Tjóða um at banna evnafrøðiligum vápnum.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 58/2002: Uppskot til samtyktar um Ískoytissáttmála frá 25. mai 2000 til Sáttmála Sameindu Tjóða um Rættindi Barnanna viðvíkjandi Børnum í Vápnaðum Stríði.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 59/2002: Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 86/2002: Uppskot til løgtingslóg um landskassaveiting til yrkisútbúgvingarskúlar í Havn.
    Málið verður beint í mentanarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 98/2002: Uppskot til samtyktar um alternativar íbúðamøguleikar.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 102/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin).
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 105/2002: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi altjóða støðuni mótvegis Irak.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  8. Svar á fyrispurning nr. 100-27/2002 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Kristinu Háfoss løgtingsmanni, viðvíkjandi altjóða staðfesting og viðurkenning av føroyingum sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti.
  9. Svar upp á fyrispurning nr. 100-29/2002 til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, frá Rúna Hentze, løgtingsmanni, viðvíkjandi samanlegging av veiðiloyvum hjá partrolara og lemmatrolara.
  10. Svar upp á fyrispurning nr. 100-31/2002 til Bill Justinussen, landsstýrismann í familju og heilsumálum, frá Gerhard Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi læknaviðurskiftunum í Sandoynni.
  11. Framløga.

 

 Fundur lokin kl. 18.35.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari