Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

57. fundur

Týsdagur 4. mars 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, týsdagin 4. mars kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Formaðurin las skriv frá løgmanni, dagfest 4. mars 2003, har løgmaður boðar frá, at Annlis Bjarkhamar tann 4. mars 2003 er loyst úr embætinum sum landsstýrismaður í mentamálum samsvarandi § 29 í lógini um stýrisskipan Føroya.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 68/2002: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági.
    Málið beint í vinnunevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 75/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka.
    Málið beint í vinnunevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 76/2002: Uppskot til løgtingslóg um at hækka partapeningin í og at veita stuðul til P/F Fiskaaling.
    Málið beint í vinnunevndina.
  4. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at
    Lisbeth L. Petersen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 73/2002: Uppskot til samtyktar um ráðstevnu um samskifti við ES.
    - Johan Dahl, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 86/2002: Uppskot til løgtingslóg um landskassaveiting til yrkisútbúgvingarskúlar í Havn.
    - Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 90/2002: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi fjarfiskiflotanum.
    - Heðin Mortensen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 98/2002: Uppskot til samtyktar um alternativar íbúðamøguleikar.
    - Andrias Petersen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 74/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
    - Henrik Old og Gerhard Lognberg, løgtingsmenn, vegna Javnaðarflokkin, hava lagt fram tingmálini nr. 1-7/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2003 og nr. 78/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkratrygd til fiskimenn.
    - Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 89/2002: Uppskot til samtyktar um almenn størv í útjaðaranum.
    - Lisbeth L. Petersen, Heini O. Heinesen, Jóannes Eidesgaard og Kári P. Højgaard, løgtingsmenn, vegna ávikavist Sambandsflokkin, Tjóðveldisflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin, hava lagt fram tingmál nr. 105/2002: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi altjóða støðuni mótvegis Irak.
    - Gerhard Lognberg og Rúni Hentze, løgtingsmenn, hava lagt fram tingmálini nr. 77/2002: Uppskot til samtyktar um at kanna møguleikarnar fyri undirsjóvartunli millum Suðurstreymoy og Sandoynna,og nr. 114/2002: Uppskot til samtyktar um ferðasambandið í Sandoynna.
    - Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt fram tingmál nr. 71-6/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum. Landsroknskapin fyri fíggjarárið 2001.
    - Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 81/2002: Uppskot til løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna, og nr. 87/2002: Uppskot til samtyktar um staðfesting av ST-havrættarsáttmálanum frá 1982 v.m.
    - Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 96/2002: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um endurgjaldsábyrgd, nr. 102/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin), nr. 108/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, og nr. 115/2002: Uppskot til samtyktar um at søkja Norðurlandaráðið um fullgildugan limaskap til Føroya.
    - Eyðun Elttør, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 85/2002: Uppskot til løgtingslóg um viðarvøkstur og frílendisrøkt.
    - Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 1-8/2002: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2003-2 , nr. 82/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v. m., nr. 83/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m., nr. 84/2002: Uppskot til løgtingslóg um at veita trygd og bjóða á tvingsilssølu í sambandi við innkrevjingarmál, og nr. 107/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin).
    - Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 92/2002: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul til infrakervið á útoyggjum, nr. 94/2002: Uppskot til løgtingslóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø., nr. 99/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu, nr. 103/2002: Uppskot til løgtingslóg um búnaðargrunn, nr. 104/2002: Uppskot til løgtingslóg um landsjørð, og nr. 110/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Vinnuframagrunn.
    - Bill Justinussen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 91/2002: Uppskot til løgtingslóg um keyp av útbúnaði til nýbygningin á Landssjúkrahúsinum, og nr. 109/2002: Uppskot til løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya.
    - Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 79/2002: Uppskot til lóg um broyting í "lov for Færøerne om offentlig forsorg", nr. 95/2002: Uppskot til løgtingslóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin), nr. 97/2002: Uppskot til løgtingslóg um dagpening, og nr. 106/2002: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um uppihaldspening.
    - Landsstýrismaðurin í mentamálum vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 80/2002: Uppskot um løgtingslóg um skúlatilboð til ung við breki, og nr. 93/2002: Uppskot til løgtingslóg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v. m.
    - Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 88/2002: Uppskot til løgtingslóg um hald av útreiðslum í sambandi við størri vanlukkur, nr. 111/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning, nr. 112/2002: Uppskot til løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn, og nr. 113/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, og
    - uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 42/2002: Uppskot til løgtingslóg um umsjón, váttanarveitan og eftirlit samsvarandi Sáttmála Sameindu Tjóða um at banna evnafrøðiligum vápnum, nr. 58/2002: Uppskot til samtyktar um Ískoytissáttmála frá 25. mai 2000 til Sáttmála Sameindu Tjóða um Rættindi Barnanna viðvíkjandi Børnum í Vápnaðum Stríði, og nr. 59/2002: Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola.

Tikið av dagsskrá:
Svar upp á fyrispurning nr. 100-27/2003 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Kristinu Háfoss løgtingsmanni, viðvíkjandi altjóða staðfesting og viðurkenning av føroyingum sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti.

Formaðurin fráboðaði hesar fyrispurinngar:
Nr. 100-33/2002 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingslógini um meirvirðisgjald.
nr. 100-34/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi flutningi av vandamiklum farmi.
nr. 100-35/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Rúna Hentze, løgtingsmanni, viðvíkjandi lívfiskavirksemi í Sandoynni
nr. 100-36/2002 til landsstýrismannin í mentamálum, frá Mamy Dahl Sørensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi almanna- og heilsuskúlanum, og
nr. 100-37/2002 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutnings- & veiði/fiskiloyvi til fyrrverandi ms. "Ågot/Jógvan S".

Formaðurin setti næsta fund at verða mikidagin 5. mars 2002, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-33/2002 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi løgtingslógini um meirvirðisgjald.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-34/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi flutningi av vandamiklum farmi.
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-35/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Rúna Hentze, løgtingsmanni, viðvíkjandi lívfiskavirksemi í Sandoynni
  5. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-36/2002 til landsstýrismannin í mentamálum, frá Mamy Dahl Sørensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi almanna- og heilsuskúlanum.
  6. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-37/2002 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi innflutnings- & veiði/fiskiloyvi til fyrrverandi ms. "Ågot/Jógvan S".
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 71-4/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum. Føroya Jarðargrunnur fyri fíggjarárið 2001.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 71-5/2002: Grannskoðan av almennum roknskapum. Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2001.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 50/2002: Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu
  10. Svar upp á fyrispurning nr. 100-30/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Mamy Dahl Sørensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi samferðslukervinum í Norðoyggjum.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 70/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.
    Málið verður beint í vinnunevndina
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 72/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av rættinum til likamliga at revsa børn.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  13. Framløga.

Fundur lokin kl. 18.30.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari