Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

53. fundur

Fríggjadagur 21. februar 2003

kl. 10.00

 

Ár 2003, fríggjadagin 21. februar kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Gerhard Lognberg, Poul Michelsen, Heðin Zachariasen og Jógvan við Keldu vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Annitu á Fríðriksmørk, dagfest 19. febraur 2003, við umsókn um farloyvi frá 21. februar 2002, og at næsti maður á lista Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á Alfred Olsen, Jógvan á Lakjuni og Mamy Dahl Sørensen um at kanna, hvør næstvaldur er á lista Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymoyar valdømi.

Fundur nirðurlagdur kl. 10.20.
Fundur uppafturtikin kl. 10.25.

Alfred Olsen mælti til, vegna seg sjálvan, Jógvan á Lakjuni og Mamy Dahl Sørensen, at Finnur Helmsdal tekur sæti á tingi fyri Annitu á Fríðriksmørk.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 61/2002: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov nr. 474 af 12. juni 1996 om ændring af straffeloven (strafansvar for juridiske personer)".
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 46/2002: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða løgtingslógina um vinnuligan fiskiskap.
    Broytingaruppskot fra samdari vinnunevnd samtykt 22-4-0. Uppskotið til samtyktar soleiðis broytt samtykt 23-4-0.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2002: Uppskot til løgtingslóg um landbúnaðarstuðul.
    Broytingaruppskot fra samdari vinnunevnd til §§ 1 og 2 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2002: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um skatting av reiðaravirksemi (tonnaguskattalóg).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 52/2002: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing og nr. 55/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 50/2002: Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2002: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

Tikið aftur:

Formaðurin boðaði frá, at tingmál nr. 35/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "lov om sygeplejersker således som den er sat i kraft for Færøerne" er tikið aftur sambært skrivi frá uppskotssetaranum, dagfest 20.februar 2002.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 25. februar 2003 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 63/2002: Uppskot til løgtingslóg um landbúnaðarstuðul.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 52/2002: Uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til politiskt virksemi og politiska upplýsing.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 55/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
  4. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-2/2002: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4 í tingskipanini frá Annlis Bjarkhamar, landsstýrismanni, um "Tilmæli um sernámsfrøði".
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 67/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
    Tingmálini nr. 66/2002 og 67/2002 verða viðgjørd undir einum.
  7. Framløga.

 Fundur lokin kl. 12.35.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari