Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

52. fundur

Mikudagur 19. februar 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, mikudagin 19. februar kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Bárður Nielsen, Tórbjørn Jacobsen og Jógvan við Keldu, Eyðun Elttør, landsstýrismaður, og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Formaðurin las skriv frá løgmanni, dagfest 17. februar 2003, har løgmaður boðar frá, at Jacob Vestergaard er tilnevndur landsstýrismaður í fiskivinnumálum frá 17. febraur 2003.

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður, leggur fram løgtingsmál nr. 101-2/2002: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4 í tingskipanini frá Annlis Bjarkhamar, landsstýrismanni, um "Tilmæli um sernámsfrøði".
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2002: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov nr. 474 af 12. juni 1996 om ændring af straffeloven (strafansvar for juridiske personer)".
    Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 37/2002: Uppskot til samtyktar um aðalorðaskifti viðvíkjandi fyrimunum og vansum við ES-limaskapi.
    Uppskot frá Heðin Mortensen o. fl. um at beina málið aftur í nevnd fall 10-0-15. Uppskot til samtyktar fall 0-6-18. Uppskotið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Johan Dahl, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 64/2002: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um skatting av reiðaravirksemi (tonnaguskattalóg), at Bárður Nielsen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 65/2002: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 66/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan, og nr. 67/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 68/2002: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul at útbyggja havnina í Vági, nr. 69/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð og nr. 70/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m., at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 35/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "lov om sygeplejersker således som den er sat i kraft for Færøerne". og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 46/2002: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða løgtingslógina um vinnuligan fiskiskap og nr. 63/2002: Uppskot til løgtingslóg um landbúnaðarstuðul.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 21. februar 2003 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 61/2002: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov nr. 474 af 12. juni 1996 om ændring af straffeloven (strafansvar for juridiske personer)".
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 35/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í "lov om sygeplejersker således som den er sat i kraft for Færøerne".
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 46/2002: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða løgtingslógina um vinnuligan fiskiskap
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2002: Uppskot til løgtingslóg um landbúnaðarstuðul.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2002: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um skatting av reiðaravirksemi (tonnaguskattalóg).
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2002: Uppskot til løgtinglóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
    Málið verður beint í trivnaðarnevndina.
  7. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.05.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari