Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

49. fundur

Týsdagur 11. februar 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, týsdagin 11. februar kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Johan Dahl, løgtingsmaður, Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Val av nevnd sambært § 25 í tingskipanini at viðgera løgtingsmál nr. 60/2002: Uppskot til løgtingslóg um Grundlógarnevnd.
    Valdir vórðu: Heðin Mortensen, Bárður Nielsen, Hergeir Nielsen, Jógvan Arge, Kristian Magnussen, Jóannes Eidesgaard, Jógvan á Lakjuni, Poul Michelsen, Kári P. Højgaard og Jenis av Rana.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 7/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um striking av skuld til Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin.
    §§ 1 og 2 fullu 7-0-24. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 21/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentustuðul.
    §§ 1 og 2 fullu 7-7-17. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 22/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    §§ 1 og 2 fullu 7-7-17. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 27/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Realurin og Íleggingargrunnurin).
    Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 2 samtykt 31-0-0.
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2002: Uppskot til broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Realurin, Íleggingargrunnurin og aðrar broytingar).
    Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 2 samtykt 31-0-0.
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 33/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Syðradali.
    §§ 1 og 2 samtyktar 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 45/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
    §§ 1 og 2 fullu 7-1-23. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62/2002: Uppskot til samtyktar um samhaldsfasta skipan á samferðsluøkinum.
    Málið beint í vinnunevndina.
  10. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at løgtingsmenninir Óli Breckmann, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl, Kristina Háfoss, Rúni Hentze, Mamy Dahl Sørensen og Kári P. Højgaard , vegna seg sjálvar, hava lagt fram tingmál nr. 63/2002: Uppskot til løgtingslóg um landbúnaðarstuðul.

Formaðurin fráboðaði hesum fyrispurningum:
Nr. 100-28/2002 til Birgit Kleis, ríkisumboðsmann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi hernaðarligu revsi- og rættargangslógini,
nr. 100-29/2002 til landsstýrismannin í fiskivinnumálum frá Rúna Hentze, løgtingsmanni, viðvíkjandi samanlegging av veiðiloyvum hjá partrolara og lemmatrolara, og
nr. 100-30/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Mamy Dahl Sørensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi samferðslukervinum í Norðoyggjum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 12. februar 2003 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-29/2002 til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, frá Rúna Hentze, løgtingsmanni, viðvíkjandi samanlegging av veiðiloyvum hjá partrolara og lemmatrolara.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-30/2002 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Mamy Dahl Sørensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi samferðslukervinum í Norðoyggjum.
  4. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.20.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari