Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

48. fundur

Fríggjadagur 7. februar 2003

kl. 10.00

 

Ár 2003, fríggjadagin 7. februar kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Tórbjørn Jacobsen og Jákup Mikkelsen, Anfinn Kallsberg, løgmaður, og landsstýrismenninir Karsten Hansen, Annlis Bjarkhamar og Páll á Reynatúgvu vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 60/2002: Uppskot til løgtingslóg um Grundlógarnevnd.
  2. Fundur niðurlagdur kl. 12.15.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

    Uppskot frá Jóannes Eidesgaard um at beina málið í serliga nevnd, sambært § 25 í tingskipaninni, við tveimum limum úr Sambandsflokkinum, Tjóðveldisflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum, og einum limi úr Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkunum samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 61/2002: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov nr. 474 af 12. juni 1996 om ændring af straffeloven (strafansvar for juridiske personer)"
    Málið beint í rættarnevndina.
  4. Framløga
    Formaðurin boðaði frá, at Marjus Dam, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 62/2002: Uppskot til samtyktar um samhaldsfasta skipan á samferðsluøkinum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 11. februar 2003 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Val av nevnd sambært § 25 í tingskipanini at viðgera løgtingsmál nr. 60/2002: Uppskot til løgtingslóg um Grundlógarnevnd.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 7/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um striking av skuld til Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 21/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentustuðul.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 22/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 27/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Realurin og Íleggingargrunnurin).
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2002: Uppskot til broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Realurin, Íleggingargrunnurin og aðrar broytingar).
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 33/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Syðradali.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 45/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62/2002: Uppskot til samtyktar um samhaldsfasta skipan á samferðsluøkinum.
    Málið verður beint í vinnunevndina.
  10. Framløga.

Fundur lokin kl. 15.00.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari