Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

47. fundur

Hósdagur 6. februar  2003

kl. 13.30


Ár 2003, hósdagin 6. februar kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Bill Justinussen, Karsten Hansen og Annlis Bjarkhamar og Birgit Kleis, ríkisumboðsmaður, vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-27/2003 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, viðvíkjandi altjóða staðfesting og viðurkenning av føroyingum sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 48/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 57/2002: Uppskot til samtyktar um Ískoytissáttmála nr. 13 frá 21. februar 2002 til Evropiska Sáttmálan um Mannarættindini og Grundleggjandi Frælsini um Fullkomna Avtøku av Deyðarevsing,.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2002: Uppskot til samtyktar um Ískoytissáttmála frá 25. mai 2000 til Sáttmála Sameindu Tjóða um Rættindi Barnanna viðvíkjandi Børnum í Vápnaðum Stríði.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 59/2002: Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  7. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 7/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um striking av skuld til Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin, nr. 21/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um rentustuðul, nr. 22/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, nr. 27/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Realurin og Íleggingargrunnurin) og nr. 29/2002: Uppskot til broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Realurin, Íleggingargrunnurin og aðrar broytingar), og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 33/2002: Uppskot til løgtingslóg um at byggja samferðsluhavn á Syðradali og nr. 45/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 56/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 7. februar 2003 kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 60/2002: Uppskot til løgtingslóg um Grundlógarnevnd.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 61/2002: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov nr. 474 af 12. juni 1996 om ændring af straffeloven (strafansvar for juridiske personer)"
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  3. Framløga

Fundur lokin kl. 16.20.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari