Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

46. fundur

Týsdagur 4. februar 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, týsdagin 4. februar kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Bárður Nielsen, Tórbjørn Jacobsen, Jóannes Eidesgaard og Jógvan við Keldu og landsstýrismenninir Bill Justinussen, Høgni Hoydal og Karsten Hansen vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 43/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-0-7.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 48/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
    §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
    Málið beint í rættarnevndina.
  4. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Andrias Petersen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 56/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 57/2002: Uppskot til samtyktar um Ískoytissáttmála nr. 13 frá 21. februar 2002 til Evropiska Sáttmálan um Mannarættindini og Grundleggjandi Frælsini um Fullkomna Avtøku av Deyðarevsing, nr. 58/2002: Uppskot til samtyktar um Ískoytissáttmála frá 25. mai 2000 til Sáttmála Sameindu Tjóða um Rættindi Barnanna viðvíkjandi Børnum í Vápnaðum Stríði og nr. 59/2002: Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola, og at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 60/2002: Uppskot til løgtingslóg um Grundlógarnevnd og nr. 61/2002: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov nr. 474 af 12. juni 1996 om ændring af straffeloven (strafansvar for juridiske personer)".

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-27/2003 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Kristinu Háfoss løgtingsmanni, viðvíkjandi altjóða staðfesting og viðurkenning av føroyingum sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 6. februar 2003 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-27/2003 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, viðvíkjandi altjóða staðfesting og viðurkenning av føroyingum sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 48/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    Málið verður beint í fíggjarnevndina.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 57/2002: Uppskot til samtyktar um Ískoytissáttmála nr. 13 frá 21. februar 2002 til Evropiska Sáttmálan um Mannarættindini og Grundleggjandi Frælsini um Fullkomna Avtøku av Deyðarevsing,.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2002: Uppskot til samtyktar um Ískoytissáttmála frá 25. mai 2000 til Sáttmála Sameindu Tjóða um Rættindi Barnanna viðvíkjandi Børnum í Vápnaðum Stríði.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 59/2002: Uppskot til løgtingslóg um úrgildissetan av løgtingslóg um handilstiltøk mótvegis uppreistrarrørsluni UNITA í Angola.
    Málið verður beint í uttanlandsnevndina.
  8. Framløga.

 Fundur lokin kl. 14.50

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari