Gerðabók Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

45. fundur

Hósdagur 30. januar 2003

kl. 13.30

 

Ár 2003, hósdagin 30. januar kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Lisbeth L. Petersen, løgtingsmaður, var ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 51/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    §§ 1 og 2 samtyktar 23-0-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 54/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    Málið beint í vinnunevndina.
  4. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 48/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 4. februar 2003 kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 43/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 48/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
    Málið verður beint í rættarnevndina.
  4. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.20.

Edmund Joensen
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari